Tøgn valdar á Tvøroyri

Tøgn valdar á Tvøroyri
Eingin, sum hevur sitið í meirilutanum í fólkavalda býráðnum vil slíta tøgnina.
 
21.08.2017 - 12:56

Tað er í øllum førum eingin áhugi at siga veljaraskaraðnum, hví býráðssamgongan er skrædnað.

Útvarpið hevur fyrrapartin tosað við Kristin Michelsen, Anitu Viðbergsdóttir og Alva Mortensen, men tey siga seg onga viðmerking hava.

Tey vilja ikki siga, hví eingin býráðssamgonga er á Tvøroyri, tey vilja ikki siga, hvussu tey fyrihalda seg til støðuna nú, og tey vilja ikki siga, um tey dyrgja eftir breiðum samstarvi á Tvøroyri.

Samgongan er skrædnað

Fríggjadagin kom fram, at Kristina Rooest, sum er vald á listanum hjá borgarstjóranum, hevur slitið samgonguna.

- Tað er trupult  at siga akkurát hví, tí man hevur tagnarskyldu, men tað hava verið nógv innanhýsis stríð í samgonguni, segði hon við útvarpið tá.

Kristina Rooest heldur seg hava tagnarskyldu um orsøkina, at borgarstjórin Kristin Michelsen nú er í minniluta.

- Men eg kann avdúka, at tað er ein reyður tráður í tí. Eg føli, at okkurt er, sum samgongan ikki kemur at loysa, segði hon.

Vilja sleppa upp í part

Bjarni Hammer var toppskjútti á javnaðarlistanum á kommunuvalinum í fjør.

Hann ásannaði í útvarpinum leygardagin, at Kristina Rooest er nú uttanflokka, men hann væntar, at Javnaðarflokkurin á Tvøroyri og hon kunnu semjast um eina yvirskipaða politiska kós.

- Vit eru eitt ella annað stað samd um ein yvirordnaðan leist, hvussu vit vilja, at Tvøroyri skal mennast víðari, segði hann.

Tað vil í høvuðsheitum siga, at sosialpolitiski profilurin á Tvøroyri skal styrkjast.

Spurningurin er so, um javnaðarlistin, borgaralistin og kommunulistin kunnu semjast um eitt breitt samstarv.

Samband hevur ikki verið millum partarnar enn, men ein av næstu døgunum fæst helst greiða á, hvørja kós Tvøroyri skal halda tað, sum er eftir av hesum valskeiðnum.

Í øllum førum er greitt, at borgarstjórin Kristin Michelsen hevur mist meirilutan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087