Dómur er bara fyri Smyril, tí skal Galaxy gjalda

Dómur er bara fyri Smyril, tí skal Galaxy gjalda
Tvøroyrar havn krevur havnargjald fyri Galaxy, tí landsrættardómur nevnir bara Smyril
Galaxy sigldi fyri Smyril í 22 dagar í vár.
 
13.09.2017 - 11:54

Tvøroyrar havn vil hava havnargjald fyri Galaxy, sum sigldi fyri Smyril 22 dagar í vár.

Kommunan krevur okkurt um 150.000 kr. frá Strandfaraskipum landsins.

Hóast Tvøroyrar kommuna og havn hava fingið ein dóm í Eystari landsrætti um strandfaraskip og havnargjald, so er hann ikki galdandi í hesum førinum, sigur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen.

Tí, sigur hann, tann dómurin er bara galdandi fyri Smyril, tí Smyril og einki annað skip er nevnt í dóminum.

M/f Smyril skal ikki rinda havnargjald á Tvøroyri, sigur Landsrætturin.

Kristin Michelsen sigur, at stjórin á Strandfaraskipum landsins hevur lovað at svara fríggjadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213