Vita um Keypsportalin men brúka hann ikki

Vita um Keypsportalin men brúka hann ikki
Almennir stovnar biðja ikki um tilboð, tá teir skulu keypa, sigur Landsgrannskoðarin. Løgtingsgrannskoðararnir biðja Fíggjarmálaráðið rætta hetta
Keypsportalurin skal brúkast til keyp oman fyri 50.000 kr. Tað verður hann verri enn so altíð.
Mynd: Fíggjarmálaráðið  
 
13.09.2017 - 07:29

Hóast almennir stovnar væl vita, at tá keypt verður fyri meira enn 50.000 kr., eiga stovnarnir at biðja um tilboð frá minst tveimum seljarum á Keypsportalinum, verður tað verri enn so altíð gjørt.

Tað hevur Landsgrannskoðanin staðfest.

Løgtingsgrannskoðarnir siga, at samanumtikið vísir kanningin hjá Landsgrannskoðanin, at almennu stovnarnir vita um Keypsportalin. 

Men kanningin vísir eisini, at Keypsportalurin verður ikki nóg nógv brúktur.

Eingin kennir veruliga ábyrgd av Keypsportalinum, sigur Landsgrannskoðanin.

16 rokningar

Landsgrannskoðanin hevur kannað 16 rokningar hjá almennum stovnum, sum hava keypt fyri millum 50.000 og 800.000 kr., uttan at biðja um tilboð frá minst tveimum veitarum.

Landsgrannskoðarin hevur spurt stovnarnar um orsøkina. 

Svørini hjá stovnunum eru við í frágreiðingini, sum Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum.

Hámarkið lækkað

Hámarkið í rundskrivinum um Keypsportalin, sum var 800.000 kr., varð annars lækkað niður í 500.000 kr. tann 1.august í fjør. 

Nú skulu ætlað keyp oman fyri 500.000 kr. bjóðast út alment á Keypsportalinum. 

Tað er ikki nóg mikið at biðja um tilboð frá tveimum veitarum, um keypast skal fyri meira enn 500.000 kr.   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Hósdag 10. september
RagnarRokk 10.september 2026
212531
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002