Kærdu hvønn annan fyri somu orð - Føroya besta

Kærdu hvønn annan fyri somu orð - Føroya besta
Føroya Tele og Vodafone hava fingið bæði ávaring og átalu frá Brúkaraumboðnum fyri ikki at skjalprógva, at teirra tænasta er Føroya besta
Kappingin er harðnað nógv á føroyska telemarknaðinum síðani telefonirnar sóu soleiðis út.
 
05.10.2017 - 07:50

Bæði Føroya Tele og Vodafone hava fingið átalu og ávaring frá Brúkaraumboðnum fyri lýsingar.

Uttan skjalprógv hava báðir veitarar brúkt orðini Føroya besta í lýsingum, Føroya Tele um 4G og farnet og Vodafone um sjónet.

Brúkaraumboðið er komið uppí, tí Føroya Tele hevur kært Vodafone fyri at brúka orðini Føroya besta, og Vodafone hevur kært Føroya Tele fyri at brúka orðini Føroya besta. 

Brúkaraumboðið bað báðar fyritøkur skjalprógva, at uppáhaldið um Føroya besta í lýsingunum er rætt.

Hvørgin hevur svarað Brúkaraumboðnum við nøktandi skjalprógvum, sigur Brúkaraumboðið.

Ikki meldað

Hetta er brot á lógina um markanaðarføring, sum kann meldast til politiið og geva sekt.

Men í hesum føri er tað tó ikki gjørt.

Tá báðir teir stóru fjarskiftisveitararnir hava mál hjá Brúkaraumboðnum um tað sama hjá hvørjum øðrum, verða málini ikki fráboðað løgregluni á hesum sinni.

Men bæði Føroya Tele og Vodafone fáa átalu og ávaring, sigur Brúkaraumboðið.

Brúkaraumboðið sigur, at skjalprógv, sum kunnu brúkast sum prógv fyri orðini Føroya besta, eiga at vera grundað á tað, sum uttanveltaðir myndugleikar við viðurkendum fakligum førleikum hava sagt ella kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439