Skattalógin skal brúkast, ikki fiskivinnulógin

Skattalógin skal brúkast, ikki fiskivinnulógin
Borgarstjórin í Eysturkommuna sent Vinnunevndini viðmerkingar um fiskivinnunýskipanina
Johan Christiansen, borgarstjóri, mælir frá at flyta virði úr norðurøkjunum til meginøkið.
 
01.11.2017 - 12:41

Tað er skeivt at brúka fiskivinnulógir til at útvega landskassanum pengar og býta virðini á annan hátt.

Tað eigur at verða gjørt við skattalógini.

Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, í brævi til Vinnunevndina hjá løgtinginum.

Eysturkommuna tekur undir við, at neyðugt er at fáa eina nýskipan í fiskivinnuni.Men so skrivar Johan Christiansen, at uppskotið er í ov stóran mun merkt av umfordeiling av virðum, heldur enn at vera við til at tryggja eina góða og mennandi fiskivinnu í framtíðini.

Umfordeiling

Okkara sjónarmið er, at um løgtingið vil umfordeila ella javna millum føroyingar, ella tryggja landskassanum fleiri inntøkur, so eigur tað at vera gjørt við skattalóggávuni og ikki við einari fiskivinnulóggávu.

Við umfordeiling meinar borgarstjórin í Eysturkommunu, at uppskotið um fiskivinnunýskipan tekur frá økjunum norðanfyri, millum annað Eysturkommunu, og býtir síðani út til miðstaðarøkið og onnur øki. 

Johan Christiansen sigur, at løgtingið eigur ikki at avmarka kommunurnar uttan fyri miðstaðarøkið, nú tá inntøkurnar í uppsjóvarvinnuni eru góðar.

Vinnunevndin hjá løgtingimum hevur biðið umboð fyri býráðini í Eysturkommuna, Klaksvík, Fuglafirði, Runavík og á Tvøroyri biðin um at koma á fund við nevndina mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306