Nýggjur dagur í trimum londum: útnorðurdagur

Nýggjur dagur í trimum londum: útnorðurdagur
Londini í Útnorðri hava gjørt avtalu um samstarv um mentan
Rigmor Dam, Doris J. Jensen úr Grønlandi og Kristjan Þór Júlíusson úr Íslandi, sum varða av undirvísing, gransking og mentan, skrivaðu í gjár undir avtalu um samstarv um mentan.
Mynd: Mentamálaráðið  
 
02.11.2017 - 07:02

23.september, heystjavndøgur, verður nú útnorðurdagur hvørt ár.

Tey trý londini í Útnorðri, Ísland, Grønland og Føroyar, hava gjørt avtalu um samstarv um mentan.

Hon kemur í gildi á nýggjárinum.

Í avtaluni verður bara eitt ítøkiligt tiltak nevnt. Tað er útnorðurdagurin, sum skal hátíðarhaldast árliga í øllum trimum londunum, tá heystjavndøgur er.

Tá er ætlanin at leggja dent á søguna og mentanina í londunum fyri at økja um samstarvið og felagsskapin, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi.

Umfatandi samstarv

Annars sigur avtalan, at samstarvið verður um fígging, upplýsing og samskipan.

Eggjað verður til samstarv millum stovnar og felagsskapir.

Hesi fyrstu fýra árini fara londini at arbeiða við verkætlanum um film, telduspøl, sjálvboðið arbeiði og mál.

Fjórða hvørt ár verður avtalað, hvørji onnur tiltøk og arbeiðsøki, samstarvið skal fevna um.

Fyrstu ferð slík samstarvsavtala um mentan, gransking og undirvísing í Útnorðri varð undirskrivað var í 1996.

Í nýggju avtaluni verður dentur serliga lagdur á samstarvið um mentan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086