Mugabe framvegis forseti

Mugabe framvegis forseti
Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, boðaði ikki frá at hann legði frá sær, tá hann í gjárkvøldið helt røðu fyri tjóðini
 
20.11.2017 - 08:54

Hann boðaði bert frá broytingum í sínum egna flokki, og viðgekk, at alt ikki var farið rætt fram.

Undir liðini á honum sótu umboð fyri herin, sum í farnu viku tók valdið í landinum og setti forsetan í húsavarðhald.

Robert Mugabe hevur verið forseti í Zimbabwe í 37 ár, líka síðani tey littu tóku við valdinum í landinum og broyttu navnið Rhodesia til Zimbabwe.

93 ára gamli Robert Mugabe varð í gjár koyrdur frá sum formaður í flokkinum Zanu, sum hevur havt valdið øll árini, og fyrrverandi varaforsetin varð valdur til formann.

Mugabe koyrdi varaforsetan frá herfyri, og ætlaði at kona hansara, Grace Mugabe, sum er 52 ára gomul, skuldi taka við valdinum eftir seg. Men tað vildi herurin ikki og setti tey bæði í húsavarðhald, og kravdi at forsetin legði frá sær.

Eftir røðuna fekk Robert Mugabe at vita, at um hann ikki fer frá sum forseti í seinasta lagi á middegði í dag, so verður eitt ríkisrættarmál reist ímóti honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945