Góðar sjey milliónir kr. lagdar omaná til lønir

Góðar sjey milliónir kr. lagdar omaná til lønir
Inntøkurnar eru slakar átta milliónir størri enn fyri einum mánað síðani. Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu er samtykt
Býráðið í Havn hevur samtykt fíggjarætlanini fyri 2018.
 
23.11.2017 - 08:03

Meirilutin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráði samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2018.

Hini í minnilutanum atkvøddi blankt.

Síðani fyrra viðgerðin var 26.oktober, er inntøkumetingin hækkað góðar 7,8 mió. kr., millum annað tí, at roknað er við meira í skatti. 

Men so fara góðar 7,3 milliónir av aftur til lønir.

Og 400.000 kr. afturat fara til íløgur.

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu næsta ár verður 19, tað sama sum í ár, og barnafrádrátturin verður 8.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329