Carles Puigdemont verður verandi í Belgia

Carles Puigdemont verður verandi í Belgia
Frákoyrdi leiðarin í Katalonia, Carles Puigdemont, verður í Belgia til valið í Katalonien hevur verið 21. desember, sigur sakførari hansara
Carles Puigdemont bíðan eftir avgerðini hjá belsgisku mynduleikunum
Mynd: cnn  
 
03.12.2017 - 11:19

Tað var spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, sum koyrdi Katalansku stjórnina frá eftir valið 1. oktober, har atkvøtt varð um Katalonina skuldi verða sjálvstøðugur statur í Spanien. Spanski forsætisráðharrin segði, at valið var ólógligt og koyrdi tí Katalansku stjórnina til hús. Hetta skrivar heimasíðan hja DR.

Fleiri teirra, sum sótu í Katalansku stjórnini flýddu úr landinum, flestu teirra til Belgiea, tí tey vóru bangin fyri ikki at fáa rættvísa viðgerð í Spanien.

Nú bíða tey eftir hvørja avgerð belgisku mynduleikarnir taka, um tey skulu sendast aftur til Spanien.

Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur útskrivað val í Kartalanska landspartinum at verða 21. desember, hetta fyri at fáa støðuna afur á beint, sum hann málber seg.

Frákoyrdi leiðarin í Katalonia, Carles Puigdemont, og fleiri av hansara frákoyrdu stjórnarlimum, stilla upp til valið, og Puidgemont er byrjaður valstríðið úr Belgia. "Vit hava víst heiminum, st katalanar hava viljan og styrkina at blíva ein sjálvstøðugur statur og tað skulu vit staðfesta við valið 21. desember," sigur frákoyrdi katalanski leiðarin Carles Puidgemont.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128