Óvissa um vinningur frá Bitcoins skal skattast

Óvissa um vinningur frá Bitcoins skal skattast
Taks hevur ikki tikið støðu til, um tey, ið selja sonevnd krypto-gjaldoyru við vinningi, skulu skattast.
 
29.12.2017 - 14:33

Mong eru tey, ið eru vorðin millióningar av nýggja talgilda gjaldoyranum bitcoins, hvørs virði er fleirfaldað seinasta árið.

Men ert tú skrásettur í Føroyum, og ætlar at selja bitcoins við vinningi, so er óvist, hvussu nógv ríkari tú ert vorðin.

Tað er nevniliga ógreitt, um tú skalt rinda skatt av vinninginum.

 - Taks hevur ikki tikið støðu til spurningin, og tí ikki tikið støðu til, hvørt vinningur av sonevndum krypto-gjaldoyrum skal skattast ella ei, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks.

Danir ivast eisini

Stjórin í Taks er ikki hin einasti, ið er í villareiðri, hvussu skattalógin fyriheldur seg til nýggja fyribrigdið við talgildum gjaldoyrum.

Donsku starvsfelagarnir í Skat hava latið vinning frá krypto-gjaldoyrum fáa frið, eftir at danska Skattaráðið í mars í 2014 staðfesti, at Bitcoins ikki skulu skattast.

 - Um tú staðfestir ein vinning frá tínum bitcoins, er hann skattafríur. Eins og um tú selir ein málning, og vinnur pening, so er tað skattafrítt, segði Hanne Søgaard Hansen, forkvinna í danska Skattaráðnum tá við ritzau.

Men økta keypið og sølan bitcoins - og ikki minst fleirfaldaða virðisøkingin á gjaldoyranum - hevur elvt til, at Skattaráðið fyrr í mánaðinum valdi at viðgera spurningin av nýggjum.

Aðrastaðni - eitt nú í Noregi og í USA - hava skattamyndugleikarnir hinvegin allatíðina tvíhildið um, at vinningurin skal skattast.

Hoyr eisini: Peningastovnar ivasamir um flytingar frá Bitcoins

Sí eisini: Nýtt gjaldoyra komið til Føroya

Les eisini: Bitcoin fyri býttlingar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. mai
Morgunlestur týsdagur 13. mai 2025
191670
Týsdag 13. mai
Breddin
191814
Týsdag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
191800
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. mai
KAKUMiKS (1:7) - teknmálstulkað
191815
Mánadag 12. mai
3-2 (12. mai 2025)
191790
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725