- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmælisgongur í Iran

Iranar kunnu mótmæla, sum teir vilja, men teir mugu ikki seta landsins trygd í vanda.
Tað sigur iranski forsetin Hassan Rouhani, nú mótmæli hava verið fýra teir seinastu dagarnar móti stjórnini.
Hassan Rouhani viðgekk eftir ein stjórnarfund, at trupulleikar vóru, sum eiga at verða loystir, men harðskapur fór ikki at verða toldur, segði hann.
Mótmælisgongurnar nógvastaðni í Iran eru tær størstu, sum hava verið síðani 2009. Samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og trygdardeildir, ið lýða boð frá prestastýrinum.
Iransku myndugleikarnir royna at avmarka atgongdina til sosialu miðlarnar, so tað ikki skal bera til at brúka teir til at savna fólk til mótmælistiltøk.
Mótmælini byrjaðu í landsnyrðings-partinum av landinum ímóti kreppurakta búskapinum og einum ógvusligum prísvøkstri.
Men mótmælini vórðu síðani vend beinleiðis ímóti Ali Khamenei, ayatollah, ovasta í iranska prestastýrinum, og Hassan Rouhani, forseta, fyri at reka ein uttanríkispolitikk, ið kostar landinum nógv, tí stuðul verður veittur politiskum og hernaðarligum bólkum í Miðeystri, hvørs áhugamál eru tey somu sum hjá Iran.
Tað eru pengar, sum eiga at verða brúktir innanlands og ikki uttanlands, halda mótmælisfólkini.
























