Einki avgjald á fiski sum fer óvirkaður uttanlands

Einki avgjald á fiski sum fer óvirkaður uttanlands
Nýggja fiskivinnulógin ger, at størri hugur er at virka fiskin í Føroyum
Til ber at senda óvirkaðan fisk av landinum uttan eykagjald.
 
08.01.2018 - 13:10

Tey, sum senda óvirkaðan fisk av landinum, skulu ikki gjalda landskassanum fyri tað. 

- Eg havi ikki tikið avgerð um at seta gjald á óvirkaðan fisk sum eitt av fyrstu stigunum í sambandi við, at nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi er samtykt, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann.

Kravið um, at fiskurin skal um føroyskan kaikant, er helst ikki nóg mikið fyri at tryggja, at føroysk virki fáa fatur á fiskinum til virðisøking á virkjum í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

Hann sigur, at kanska kann sum ein roynd í trý til fimm ár ásetast við lóg, at allur fiskur, sum verður útfluttur óvirkaður, fær eitt útflutningsgjald, sum er tvær krónur fyri kilo.

Høgni Hoydal svarar, at nýggja fiskivinnulógin á nógvan hátt stimbrar tey, sum ætla at fáa meira burtur úr fiskinum her í Føroyum.

Hann hevur ongan avgerð tikið um útflutningsgjald á óvirkaðum fiski, sigur hann.
 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650