Fimta vikan við arbeiðsstegðinum, eingin glotti

Fimta vikan við arbeiðsstegðinum, eingin glotti
Framvegis stendur í botni í trætuni millum Pedagogfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið
Fíggjarmálaráðið er partur í trætuni, sum eingin loysn hómast á.
 
08.01.2018 - 07:19

Nú er fimta vikan byrjað við sáttmálatrætuni millum Pedagogfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Verkfallið og verkbannið halda fram, og tað stendur framvegis í botni í samráðingunum.

Við Útvarpið leygarkvøldið segði semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, seg framvegis bíða eftir, at arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið flyta seg so mikið, at tey kunnu seta seg aftur við samráðingarborðið.

Síðani tá er einki broytt.

Byrjaði 12.desember

Verkfallið hjá pedagogunum byrjaði 12.desember. Tá fóru leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar í verkfall.

Síðani lýsti Kommunala arbeiðsgevarafelagið verkbann og 14.desember stongdu allir dagstovnar, vøggustovur og barnagarðar.

Seinni varð verkfallið víðkað til eisini at umfata bústovnar undir Almannaverkinum, tó við teimum undantøkum, sum Almannanverkið og Pedagogfelagið hava verið samd um.

Og mikudagin í síðstu varð verkfallið aftur hert. 

Tá fóru limir í Pedagogfelagnum, sum starvast í fólkaskúlanum, í sernámi og í forskúlum hjá kommununum, til hús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329