Kringvarpið samsendir: kistan hjá Heindriki flutt

Kringvarpið samsendir: kistan hjá Heindriki flutt
Fríggjadagin verður kistan við Heindriki prinsi flutt úr Amalienborg í slotskirkjuna á Christiansborg. Kringvarpið sendir beinleiðis frá tilburðinum
Í morgun varð kistan við prins Heindriki flutt úr Fredensborg slott, har hann valdi at vera sína síðstu tíð.
 
15.02.2018 - 15:29

Kringvarpið samsendir við danska sjónvarpi, tá kistan við Heindriki prinsi verður flutt úr Amalienborg í slotskirkjuna á Christiansborg, har prins Heindrikur skal kórsetast tann 20. februar.

Donsku vertirnir, Natascha Crone og Morten Ankerdal, fylgja og viðmerkja tilburðin saman við Ullu Terkelsen, korrespondenti, og Hans Engell, viðmerkjara.

Beinleiðis í sjónvarpinum klokkan 15 fríggjadagin tann 15. februar.

Heindrikur, prinsurin av Danmark

Áðrenn hetta sendir Kringvarpið serstaka portrettsending um prins Heindrik, sum TV2 hevur framleitt í samband við, at prinsurin andaðast tann 13. februar 2018.

Flestu fólk kendu hann sum farvuríka, franska ískoyti til danska kongshúsið. Men fyrst og fremst var prins Heindrikur maðurin, sum hjálpti hustrú síni at gerast ein dugnalig drotning. 

Sendingin teknar eitt portret av prinsinum, hvørs lív broyttist, tá hann gjørdist forelskaður í prinsessu Margretu.

Tað er klokkan 14.20 fríggjadagin tann 15. februar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375