Russland á fund við Nato

Russland á fund við Nato
Nato-aðalskrivarin gleðir seg at hitta russiska uttanríkisráðharran í dag, men Nato heldur framvegis Russland vera eina hóttan móti baltisku londunu
 
16.02.2018 - 11:57

Í gjár hittust teir 29 verjumálaráðharrarnir í Nato á høvuðsborgini í Brússel at viðgera støðuna mótvegis Russlandi.

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, sigur, at hann gleðir seg at hitta russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, í serliga ráðnum, sum viðger viðurskifti millum Nato og Russland.

Fundurin verður í Munchen.

- Samrøður eru altíð góðar, men tær hava serstakan týdning, tá viðurskiftini eru spent, sigur Jens Stoltenberg.

Síðani Nato-Russland ráðið varð skipað í fjør, hava seks fundir verið, og á fundinum í dag fer Jens Stoltenberg at kunna Lavrov um, at Nato hevur økt trygdina í luftini yvir baltisku londunum.

Støðan millum Nato og Russland hevur verið spent, síðani Russland legði ukrainsku Krim-hálvoynna undir seg, og russisku uppíleggingina í Ukraina. 

Tað fekk Nato at broyta kós í 2014, tí nú skulu tey trý baltisku londini, Lettland, Litava og Estland, og Pólland tryggjast móti hóttanini eystaneftir.

Umleið 4.700 Nato-hermenn eru í løtuni í teimum fýra londunum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852