Ísrael bumbar Gaza

Ísrael bumbar Gaza
Ísraelsk stríðsflogfør bumbaðu í morgun mál hjá Hamas-rørsluna í Gazageiranum í hevnd fyri álop á Ísrael um vikuskiftið
 
19.02.2018 - 14:20

Álopið var hevnd fyri rakettálop á Ísrael um vikuskiftið, sigur ísraelski herurin.

Einki er frætt um, at nakar hevur latið lív ella er særdur í álopinum á Gazageiran.

Um vikuskifti bumbaði Ísrael fleiri mál í Gazageiranum, og tveir palestinskir unglingar lótu lív.

Frammanundan vórðu fýra ísraelskir hermenn særdir av eini spreinging á markinum millum Ísrael og Gazageiran.

Tað hevur annars verið toluliga friðarligt í Gazageiranum, síðan kriggið millum Ísreal og Hamas í 2014.

Men tá amerikanski forsetin, Donald Trump, kunngjørdi í desember, at USA fer at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, kyknaði ófriðurin aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310