Ólóglig útblaking av toski í Eystursjónum

Ólóglig útblaking av toski í Eystursjónum
1300 tons av toski varð ólógliga blakað útaftur í Eystursjónum í 2016. Tað staðfestir ein nýggj kanning sum granskarar frá DTU hava gjørt fyri DR
 
19.02.2018 - 08:51

Kanningin byggir á skipaða eygleiðing við fiskivinnuni, har granskarar hava verið við til skips.

Tað er ólógligt at blaka tosk og fleiri onnur fiskasløg útaftur í Eystursjónum.

dr.dk skrivar, at granskarar meta, at minst 10 prosent av veiðuni í Eystursjónum verður blakað útaftur.

Tað er smáfiskur, sum oftast deyður, sum verður blakaður útaftur í rúgvuvís, hóast at tað er ólógligt.

Hetta er oyðsl av tilfeingi og skaðiligt, tí tað førir til ovurfisking, siga serfrøðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576