Orð broytt í uppskoti um alilóg so eingin ivi er

Orð broytt í uppskoti um alilóg so eingin ivi er
Tað almenna kann krevja, at laksur úr Suðuroynni kann kryvjast í aðrari oyggj
Lógin verður ikki broytt viðvíkjandi tí at ala fleiri sløg á sama øki.
 
19.02.2018 - 09:40

Orðini skeljar og tari í uppskotinum um nýggja alilóg eru skift út við orðunum onnur djórasløg og plantusløg enn laksur og síl.

Vinnumálaráðið hevur biðið Vinnunevndina um at broyta lógaruppskotið. 

Gamla orðingin kundi skapa iva um, antin loyvt var at ala annað enn skeljar og tara umframt laks og síl.

Fyri at eingin ivi skal vera, vil Vinnumálaráðið hava orðingina broytta. 

Suðuroyggin

Vinnumálaráðið hevur eisini viðgjørt ummæli hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum staðiliga mælir frá, at loyvishavari í Suðuroynni skal søkja um at fáa fiskin kruvdan aðrastaðni. 

Í staðin mælir starvsstovan til, at heimild verður givin í alilógini til at áleggja loyvishavaranum at kryvja fiskin aðrastaðni. 

Vinnumálaráðið metir tó, at tey atlit, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt vart við, eru tryggjað, tí ásett verður í kunngerðini, sum landsstýrismaðurin ger, at almenni myndugleikin kann áleggja kryvjing aðrastaðni í serligum førum.

Hetta kann til dømis gerast, um ov nógv lús er ella sjúkan ILA er staðfest, og virki í Suðuroynni ikki hava nóg stóra orku til at virka nógvan fisk í einum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866