Fíggjarnevndin tekur undir við grannskoðarunum

Fíggjarnevndin tekur undir við grannskoðarunum
Mælir til, at viðurskifti verða rættað og løgmaður eigur at áseta tíðarfreistir
Løgtingsgrannskoðararnir fáa eina frágreiðing frá Landsgrannskoðani, sum síðani verður latin løgtinginum.
 
01.03.2018 - 08:10

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við Landsgrannskoðanini og løgtingsgrannskoðarunum, sum finnast hvassliga at landsstýrinum, nú landsroknskapurin fyri 2016 er granskoðaður. 

Nevndin heldur fast um, at løgmaður eigur at seta landsstýrinum tíðarfreistir fyri, nær viðurskiftini skulu fáast í rættlag. 

Fíggjarnevndin nevnir Mentamálaráðið, sum alt fyri eitt eigur at fáa roknskaparreglugerðirnar hjá Granskingarráðnum og Granskingargrunninum góðkendar og í tí sambandi fáa staðfest, hvussu møguligt avlop av óbrúktari játtan skal viðgerast. 

Umhvørvisstovan eigur at tryggja, at roknskapurin er rættur.

Orsøkin til, at hann ikki er rættur, er millum annað, at starvsfólk eiga ella skylda nógvar lønartímar. 

Tað kann ikki góðtakast, sigur Fíggjarnevndin, at Jarðfeingi av sínum eintingum gevst at skráseta arbeiðstíð við teirri grundgeving, at ásetingarnar eru ógreiðar. 

Dagført yvirlit

Fíggjarnevndin vísir eisini á, at stovnar hava ikki dagført yvirlit yvir ognir og útbúnað. 

Nú skulu bara ognir, sum eru verdar meira enn 50.000 kr., skrásetast.

Tí er eingin góð undanførsla longur fyri ikki at skráseta ognirnar, sigur Fíggjarnevndin. 

Fíggjarnevndin er samd við løgtingsgrannskoðarnar um, at grannskoðarin hjá Búnaðargrunninum eigur at lata løgtingsgrannskoðarunum alla grannskoðanarprotokollina. 

Nevndin heldur, at ein loysn er, at Landsgrannskoðanin grannskoðar roknskapin hjá Búnaðargrunninum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329