Latum okkum bløða

Latum okkum bløða
Sissal Kampmann hittir Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðing, og Bjørt Lind, sálarfrøðing - báðar limir í Damudomi, til eitt kjak um mensuna.
 
06.03.2018 - 16:17

“Okkurt skal barnið eita” verður sagt, og fá menniskjaslig fyribrigdi munnu hava fleiri heiti enn kvinnuliga, mánaðarliga “sjúkan”, sum á fakmáli verður kallað menstruatión – í hesi sending, mensan.

Heiti sum “reyðhetta”, “vitjan”, “gøtumenn”, “kommunistar”, “hon sjálv” og “mánasjúka” eru bert fá, úrvald dømi.

Men hvussu uppfata, lýsa og umrøða vit hesa kropsligu hending? Hvørjir samfelags- og kynspolitiskar avbjóðingar og vandamál knýta seg at henni, og eru vit ávegis nýggjum tíðum? Hvussu við teimum, sum ikki menstruera, og teimum, sum ikki hava ráð at keypa hygiejneproduktir sum bind, tampongir ella kopp? Hvussu við skommini, sum ofta er knýtt at fyribrigdinum? Og hvat hendir, tá menstruatiónin ikki er, sum hon eigur? Og hvussu tá hon steðgar av náttúrligum ella ónáttúrligum ávum?

Er PMS eitt slag av sjúku, sum hevur við sær, at kvinnur ikki eiga at vera til dømis flogskiparar ella røkja onnur størv, ið krevja sálarliga javnvág?

Er menstruatiónin ella mensan, sum limirnir í Damudomi kalla hana, ein sjúka, sum er knýtt at onkrum skitnum og skammfullum, sum skal fjalast? Ella er hon eitt vælsignilsi, sum sigur okkum, at kroppurin er frískur, í javnvág, náttúrligur og í synk við mánaðaunum og árunum, ið ganga, sum vit tí eiga at fevna í øllum sínum veldi?

Hetta og mangt annað kjaka og hugleiða tær báðar Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðingur og limur í felagsskapinum Damudomi, og Bjørt Lind, sálarfrøðingur og limur í Damudomi, um.

Hoyr sendingina her ella lurta beinleiðis í útvarpinum klokkan 17.05. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723