Eiturspor funnin á matstovu

Eiturspor funnin á matstovu
Mánakvøldið var ein fyrrverandi russiskur njósnari og dóttir hansara funnin uttan vit. Nú eru eiturspor funnin á matstovu, har tey ótu
Á matstovuni Zizzi vóru funnin eiturspor. Matstovan er stongd, og bretska politiið veit ikki at siga nær, matstovan opnar aftur.
Mynd: The Sun  
 
11.03.2018 - 18:23

Mánakvøldið vóru russiski njósnarin, 66 ára gamli Sergej Skripal og 33 ára gamla dóttir hansara, funnin uttan vit á einum beinki í einum handilsskála í býnum Salisbury. 

Tey eru framvegis á sjúkrahúsið, og støðan er ring, skrivar BBC. Tað varð skjótt staðfest, at tey vórðu eitrað.

Nú eru spor av eiturevninum, ið varð brúkt at eitra tey bæði, funnin á matstovuni Zizzi í Salisbury, har tey bæði ótu stutt áðrenn, tey vórðu funnin. Tað skrivar BBC.

Eisini eru eiturspor funnin á einari pub tætt við.

Bretski embætislæknin heitir á fólk, ið hava verið í økinum um at vaska klæðini og aðrar ognarlutir.

Friðskjól í Bretlandi

Skripal er pensjoneraður russiskur fregnartænastumaður.

Ein russiskur dómstólur dømdi hann í 2006 13 ára fongsulsrevsing fyri at hava njósnast fyri Bretland.

Hann varð latin leysur í 2010, tá Bretland og Russland býttu um fangar. Hann fekk tá friðskjól í Bretlandi.

Óvist hvør framdi álopið

Seinstu tvey árini er kona hansara, eldri bróður hansara og sonur hansara øll deyð, - og familjan heldur, at tey doyðu á gátuføran hátt.

Bretski innanríkisráðharrin, Amber Rudd, sigur við BBC, at tað enn er óvist, hvør framdi álopið, men at tað verður arbeitt við at finna brotsmenninar. 

Russland noktar at hava nakað við hendingina at gera. 

Fyrsti løgreglumaður á staðnum misti eisini vitið stutt eftir, at hann kom á staðið, men vaknaði í gjáramorgunin eftir at hava ligið í koma síðani mánakvøldið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870