Weinstein í gjaldssteðg

Weinstein í gjaldssteðg
Amerikanska films- og sjónvarps-framleiðslufelagið hjá Harvey Weinstein, er farið í gjaldssteðg
 
20.03.2018 - 10:17

Samstundis er kravið um tagnarskyldu hjá starvsfólkunum strikað. 

Weinstein hevur verið stjórið í The Weinstein Company, men hann og navn hansara hava verið nógv umrødd seinastu tíðina, og hann er lagdur undir at hava framt kynsligan ágang og harðskap.

Felagið hevur nú biðið um gjaldssteðg, men felagið Lantern Capital Partners hevur bjóðað uppá ognirnar hjá felagnum.

Weinstein-felagið sigur í fráboðan, at hóast felagið er um at fara á húsagang, so vilja eigararnir fáa so nógv burturúr sínum ognum sum møguligt til frama fyri sínar lánveitarar. Í fráboðanini stendur eisini, at felagið fer at hjálpa offrum hjá Weinstein at fáa rættvísi.

Í november kom tað undan kavi, at Weinstein-felagið hevur fingið starvsfólkini at skrivað undir tagnarskyldu. Men henda tagnarskylda er nú strikað.

- Eingin eigur at vera bangin fyri at tosa ella at vera noyddur til at tiga, sigur felagið í fráboðanini.

Eris Schneiderman, ríkisadvokatur í New York, reisti í februar, vegna starvsfólkini, sak móti The Weinstein Company. Í gjár skrivaði hann á Twitter, at hann og starvsfólkini hava leingi bíðað eftir hesum stigi, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985