Týskland vil útflýggja Puigdemont

Týskland vil útflýggja Puigdemont
Týski ákærumyndugleikin hevur í dag biðið um loyvið at útflýggja Carles Puidgemont til Spania, har hann er ákærdur fyri uppreistur
 
03.04.2018 - 11:01

Týski ákærumyndugleikin hevur í dag biðið rættin um loyvi at útflýggja fyrrverandi forsetan í Katalonia, Carles Puidgemont til Spania, har hann er ákærdur fyri uppreistur í sambandi við loysingarstríðið.

Puigdemont hevur sitið í varðhaldi í Neumuenster í norðurtýsklandi, síðani hann varð handtikin 25. mars.

Reuters skrivar, at ákæruvaldið í Schleswig-Holstein heldur, at spanska umbønin um at fáa hann útflýggjaðan kann játtast, tí ákærurnar um uppreistur eisini fevna um eina fólkaatkvøðu, sum varð hildin, hóast hon var ímóti sponsku grundlógini, og hóast harðligir samanbrestir vóru væntandi.

- Vit hava samsvarandi ásetingar í týskari lóg, siga ákærarnir í eini fráboðan, sambært Reuters.

Teir hava eisini biðið rættin um at lata Puigdemont verða sitandi í varðhaldi, meðan rætturin viðger málið, tí vandin er fyri, at fyrrverandi katalonski forsetin annars fer at royna at rýma.

Puigdemont flýddi úr Spania til Belgia fyri fimm mánaðum síðani, tá spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, setti katalansku fyrisitingina frá og setti landspartin undir umsiting úr Madrid.

Revsikarmurin fyri tey brot, sum hann er ákærdur fyri, er 25 ára fongsulsrevsing.

Reuters skrivar, at ógreitt er, hvussu drúgv tíð fer at ganga, áðrenn týski rætturin kemur við úrskurði í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098