Royal Greenland manningamangul

Royal Greenland manningamangul
Royal Greenland rópar varskó, tí skjótt skal ein stórur partur av manningunum frá fyri aldur, samstundis sum tilgongdin av útbúnum er alt ov lítil
 
04.04.2018 - 10:06

Sermitsiaq skrivar, at ein triðingur av 476 yvirmonnum hjá Royal Greenland skulu pensjonerast í 2030, og sambært hagstovuni í Grønlandi eru bara sjey maskinmeistarar og seks maskinistar útbúnir í og uttan fyri Grønland í tíðarskeiðinum frá 2003 til 2015.

Tølini fyri útbúnar skiparar eru heldur ikki nøktandi, sigur Royal Greenland, sum hevur sent grønlendska Fiskimálaráðnum eina frágreiðing um trupulleikan.

Tað er heldur ikki nóg mikið bara at vera útbúgvin og hava prógv.

- Tá ein er útbúgvin skipari, stýrimaður ella maskinmeistari, so merkir tað ikki, at ein kann fara beint í hesi størvini, tí sjóvinnubræv og onnur sertifikat eru kravd fyri at lúka krøvini tildømis at sigla í altjóða sjógvi, stendur í frágreiðingini.

Støðan er tí, sambært Royal Greenland, at flotin næstu 5-15 árini stendur fyri stórari útskifting, og at neyðug orka at nøkta tørvin ikki er í Grønlandi.

- Tá neyðuga arbeiðsmegin ikki finst, samstundis sum manningarkunngerðin verður dagførd, so fáa reiðaríini torførar fortreytir at virka undir, sigur Royal Greenland, sum eisini fílist á, at myndugleikarnir ikki gera nóg mikið, tá tað snýr seg um sjóvinnuútbúgvingar.

- Í Grønlandi hava vit ein skipara- og siglingarskúla. Men okkum tørvar eisini maskinskúla og útbúgvingar í fiskivinnutøkni, um Grønland skal kunna vera sjálvbjargið við útbúnari arbeiðsmegi til sjógvin, stendur í frágreiðingini, sambært Sermitsiaq.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290