Privatar føðistovur í Suðuroy og Norðoyggjum

Privatar føðistovur í Suðuroy og Norðoyggjum
Barnakonur mugu til Havnar at eiga, og tað finst Elsebeth M. Gunnleygsdóttir at. Hon vil vita, um tað ber til at skipa privatar føðistovur
 
10.04.2018 - 12:16

Føðideildirnar á Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahúsi vórðu niðurlagdar fyri nøkrum árum síðani, og mong eru ikki fegin um hesa skipan, tí barnakonur noyðast til Havnar í góðari tíð, áðrenn tær skulu eiga, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. 

Tí vil Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum vita, um Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, ætlar at gera ein skipan, soleiðis at ljósmøður kunnu seta privatar føðistovur á stovn.

Hon sigur, at eingin faklig forðing eigur at verða fyri, at barnakonur fáa privat tilboð, og eitt nú kundu verið skipaðar privatar føðistovur í Suðuroy og Norðoyggjum.

Ljósmøður hava góðkenning at hava sjálvstøðugt virki og eiga rættin at taka ímóti børnum sambært autorisasjónslógini. 

Sum er, mugu barnakonur, sum vilja eiga á privatari føðistovu, gjalda sjálvar.

Upphæddin, sum almenna sjúkrahúsverkið nýtir til hvørja barnakonu, kann verða goldin til privatu føðistovuna fyri barnakonurnar, sum eiga har.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr eisini Sirið Stenberg, um hon ætlar at lata føðideildirnar á Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahúsi uppaftur, um tað ikki ber til at lóggeva soleiðis, at privatar føðistovur kunnu fáa almennan stuðul til raksturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162