Volkswagen í kreppu

Volkswagen í kreppu
Sambært Reuters kann dieselgølan kosta Volkswagen næstan 200 milliardir krónur bara í USA
294.000 VW-bilar standa á 37 parkeringsøkjum í USA
 
18.04.2018 - 14:03

Týska bilverksmiðjan Volkswagen, roynir at fóta sær aftur, eftir smellin sum hon fekk, tá tað í september í 2015 varð avdúkað, at verksmiðjan hevur svikað við teknisku útgerðini á nógvum bilum, so útlátið gjørdist minni, enn tað í veruleikanum var.

Talan var um 11 milliónir bilar, sum stóðu ymsastaðni kring heimin. Í USA vóru um 600.000 bilar. Á vári í 2016 boðaði bilverksmiðjan frá, at hon fór at keypa 500.000 av bilunum aftur og umvæla teir.

Í apríl í fjør fekk VW 33 milliardir krónur í bót í USA.

Síðani hevur verksmiðjan keypt 350.000 bilar aftur í USA, 13.000 av teimum eru umvældir og seldir aftur, meðan 28.000 bilar eru fyribeindir. Til tað hevur VW nýtt meir enn 57 milliardir krónur.

Reuter hevur kannað viðurskiftini og er komin fram til, at 294.000 bilar standa á 37 parkeringsøkjum í USA, sum eru gjørd til endamálið.

Ein talskvinna fyri Volkswagen sigur við Reuters, at bilarnir standa á goymslu, til teir eru umvældir og kunnu seljast. Men tað eru ikki nógv sum trúgva, at bilarnir kunnu seljast, tí teir fara illa av at standa.

Sambært Reuters kann dieselgølan kosta Volkswagen næstan 200 milliardir krónur bara í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974