Mæla til at byggja nýggja læknamiðstøð í Havn

Mæla til at byggja nýggja læknamiðstøð í Havn
Seks býráðslimir í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum mæla til at byggja eina læknamiðstøð í Gundadali, sum skal húsa seks kommunulæknum
 
22.05.2018 - 13:33

Nú er eitt uppskot komið afturat um læknamiðstøð í Havn.

Seks býráðslimir í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, sum eru minnilutin í býráðnum, mæla til at byggja eina læknamiðstøð í Gundadali til seks kommunulæknar, heldur enn at leiga frá Betri-samtakinum á Smyrilsvegi fyri slakar 246.000 krónur. um mánaðin, og tá er meirvirðisgjald ikki íroknað. 

Býráðið skal viðgera bæði uppskotini um nýggja læknamiðstøð í Havn hóskvøldið. 

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin siga, at tað er skilabetri at byggja enn at leiga.

Flokkarnir mæla til at byggja við Oknarveg, har kommunan eigur grundstykki. 

Teir mæla frá at leiga og umbyggja ein ogn, sum kommunan ikki eigur, og sum ikki er bygd til endamálið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391