Val í Meksiko

Val í Meksiko
Í dag skulu meksikanarar velja forseta
 
01.07.2018 - 11:20

Í dag fara meksikanarar á val fyri at avgera, hvør skal vera leiðari í landinum tey næstu árini.

Harafturat skulu íbúgvarnir eisini velja nýggja kongress og fleiri kommunalar og landspartapolitikkarar.

Vinstrasinnaði Andrés Manuel Lopez Obrador er favorittur at gerast forseti. Hann er ein av fremstu monnunum í nýggja flokkinum Morena, og hevur í valstríðnum lagt seg eftir, at basa korruptión, fáa tamarhald á oljuídnaðinum og at hava eina greiða ætlan í sambandi við NAFTA-samráðingarnar við USA. Hetta er triðja ferðin, at Andrés Manuel López Obrador stillar upp til forsetaval.

Valstríðið í Meksiko byrjaði í semptember í fjør, og líka síðani hevur tað verið gerandiskostur at hoyra søgur um harðskap ella morð á politikararnar í landinum.

Sambært meksikansku fyritøkuni í politiskari ráðgeving, Etellekt, eru minst 133 politikkarar myrdir síðani valstríðið byrjaði og fram til 13. juni í ár. Og seinasta týsdag blivu fimm vinstrasinnaðir politikkarar myrdir í syðra parti av Meksiko.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742