Boris Johnson gevst sum uttanríkisráðharri

Boris Johnson gevst sum uttanríkisráðharri
Politiskur ófriður er í bretsku stjórnini og í parlamentinum av Brexit. Nú hevur bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, eisini lagt frá sær
 
09.07.2018 - 15:28

Bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, hevur lagt frá sær.

Í eini fráboðan frá Downing Street stendur, at Theresa May hevur tikið ímóti fráfaringarboðunum hjá uttanríkisráðharranum, og at hon skjótt fer at kunngera, hvør kemur í hansara stað

Stórur politiskur ófriður er í bretsku stjórnini og í parlamentinum av Brexit. Seint í gjárskvøldið legði Brexit-ráðharrin David Davis frá sær, og nú hevur Boris Johnson so sagt seg frá. 

Í dag skal Theresa May greiða parlamentinum frá, hvussu nýggja Brexit-ætlanin hjá henni er.

BBC skrivar, at nýggja ætlanin ikki bara hevur elvt til, at David Davis og Boris Johnson eru farnir frá, men at æltlanin eisini hevur lopið øði í nógvar konservativar parlamentslimir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158