Brexit-ráðharri lagt frá sær

Brexit-ráðharri lagt frá sær
David Davis fer úr sessinum bert fáar dagar eftir, at tað varð eydnast Teresu May forsætisráðharra, at fáa semju í stjórnini um Brexit.
 
09.07.2018 - 10:56

Brexit ráðharrin í Bretlandi hevur lagt frá sær. Tað skrivar BBC.

David Davis gjørdist ráðharri í 2016 og hevði ábyrgdina av samráðingum hjá Bretlandi við ES um Brexit, tað vil siga ætlanina hjá Bretlandi at fara úr ES.

Davis fer úr sessinum bert fáar dagar eftir, at tað varð eydnast Teresu May forsætisráðharra, at fáa semju í stjórnini um Brexit.

Í uppsagnarbrævi sínum sigur Davis, at semjan í stjórini í besta føri fer at elva til eina veika bretska samráðingarstøðu.

Eftir ætlan skal Bretland úr ES 29. mars komandi ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211525
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375