Erdogan valt versonin til fíggjarmálaráðharra

Erdogan valt versonin til fíggjarmálaráðharra
Turkiski forsetin, sum í gjár varð svorin í eið undir nýggju politisku skipanini í Turklandi, hevur útnevnt verson sín til fíggjarmálaráðharra
 
10.07.2018 - 12:00

Turkiski forsetin, Recep Erdogan, sum í gjár varð svorin í eið undir nýggju politisku skipanini í Turklandi, hevur útnevnt verson sín til fíggjarmálaráðharra. 

Bloomberg skrivar, at avgerðin elvir til órógv á partabrævamarknaðunum, sum stúra fyri nepotismu ovast á landsins valdsstiga.

BBC skrivar, at Erdogan hevur lovað, at hann fer at brúka sítt nýggja økta vald til at dríva Turkaland fram á leið.

Andstøðingar óttast hinvegin, at forsetin, sum nú kann stýra landinum við fyriskipanum, fer at oyðileggja tað, sum eftir er av fólkaræði í Turkalandi.

Turkaland er farið frá eini skipan við parlamentarismu og forsætirráðharra, sum hevur verið í gildi, síðani nýggja turkiska lýveldið varð stovnað fyri 95 árum síðani.

Forsetin kann nú útnevna ráðharrar og varaforsetar, umframt at blanda seg í lóggávuna í landinum.

- Vit fara nú frá eini skipan, sum hevur kostað okkara landi dýrt í politiskum og fíggjarligum ruðuleika, segði Recep Erdogan í parlamentinum í Ankara í gjár, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158