May savnar nýggju stjórnina

May savnar nýggju stjórnina
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May fer fyrrapartin at savna stjórnina eftir rokmiklan dag í gjár.
 
10.07.2018 - 09:35

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May fer fyrrapartin at savna stjórnina, eftir rokmiklan dag í gjár, har leiðandi ráðharrar løgdu fá sær vegna kós hennara í Brexit-málinum.

Forsætisráðharrin noyddist í gjár at útnevna tveir nýggjar ráðharrar til ávikavist Brexit-ráðharrasessin og til uttanríkismál, tí David Davis og Boris Johnson løgdu frá sær.

Theresa May ávaraði floksfelagar sínar í Konseravtiva flokkinum og segði, at annaðhvørt finnur flokkurin felags stev ella tekur Jeremy Corbyn, formaður í andstøðuflokkinum Labour, valdið.

Jeremy Hunt, sum er nýggjur uttanríkisráðharri, sigur sambært BBC, at hann fer fult og heilt at stuðla Theresu May, forsætsráðharra og hennara politisku kós.

Bretland skal eftir ætlan úr ES 29. mars næsta ár, men ES og Bretland hava ikki gjørt semju um, hvussu handilsviðurskiftini skulu verða millum partarnar. 

At semjan hevur drigið so nógv út kemst fyri ein part av ósemjuni, sum valdar innanhýsis í konservativa flokkinum í Bretlandi, hvussu sambandið skal verða millum Bretland og ES eftir Brexit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375