Víkingur ikki víðari í Champions League

Víkingur ikki víðari í Champions League
Víkingur tapti í gjár 3-1 fyri finska HJK Helsinki, men hóast tapið er hetta ikki eitt endaligt farvæl til evropiskan fótbólt fyri Víking í ár.
Fyrri dysturin varð spældur á Svangaskarði 10. juni, tá Víkingur tapti 2-1. Samanlagt tapti Víkingur 5-2.
Mynd: Sverri Egholm // Dagur.fo  
 
18.07.2018 - 09:55

Víkingur tapti í gjár 3-1 fyri finska meistaraliðnum HJK Helsinki. Dysturin var spældur í Finlandi. Málið hjá Víkingi skeyt Gunnar Vatnhamar. 

Hetta var seinni dystur í undankappingini til Champions League kappingina. Fyrra dystin tapti Víkingur 2-1 á heimavølli. Sostatt tapti Víkingur samanlagt 5-2.

Hóast tapið í gjár, er hetta ikki eitt endaligt farvæl til evropiskan fótbólt fyri Víking í ár. Ásetingarnar siga, at liðini, ið ikki megna at spæla seg víðari í Champions League kappingini, fáa ein nýggjan møguleika í undankappingini til Europa League kappingina. 

Í Europa League skal Víkingur spæla móti vinnaranum av dystinum millum FC Sheriff úr Moldova og Torpedo Kutaisi úr Georgia. Fyrra dystin millum hesi bæði vann Torpedo  Kutaisi 2-1.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871