NSÍ-formaðurin: "Vit skulu klára okkum betur"

NSÍ-formaðurin: "Vit skulu klára okkum betur"
"Málið er heilt greitt at klára okkum betur enn farna kappingarár," sigur Karstin Joensen, formaður í NSÍ, sum hevur sett íslendingin Sigurður Ragnar Eyjólfsson sum venjara
Michal Przybylski hevur longt sáttmálan við NSÍ og verður tí partur av hópinum hjá nýggja venjaranum Siggi Raggi
Mynd: NSÍ á Facebook  
 
01.12.2025 - 21:42

"Tú fært meg ikki at siga, at vit skulu blíva føroyameistarar."

Tað sigur ein fegin Karstin Joensen, formaður í NSÍ, nú felagið, ið vann bronsu í fjør, hevur sett 52 ára gamla íslendingin Sigurður Ragnar Eyjólfsson sum høvuðsvenjara hjá besta mansliðnum. 

"Men málið er heilt greitt at klára okkum betur enn farna kappingarár. Vit skulu koma longri í steypakappingini, tí tað er ikki nøktandi at blíva sligin út í fyrsta umfari. Eitt annað er at koma longri í evropisku kappingini, ið bæði er umráðandi fyri felagið, men eisini hevur stóran fíggjarligan týdning. Og eitt triðja er at koma eitt fet ella tvey longri upp á stigatalvuna. Vit eru ambetiøsir, men eisini realistiskir, tí vit kappast móti sera sterkum liðum í oddinum av føroyskum fótbóti." 


Karstin Joensen, formaður í NSÍ, í einari góðar løtu hjá felagnum (Mynd: NSÍ á Facebook)
 

Spennandi álopsspæl

NSÍ hevur brúkt nógva tíð og orku upp á at finna nýggja venjaran. 

"Vit hava kanna venjaramarknaðin væl, og tað er væl kent, at vit hava verið nærvið onkrar aðrar íslendskar venjarar eisini. Men tá Sigurður Ragnar kom upp at venda, so hildu vit, at hansara profilur passaði sera væl til okkara ætlanir."

Sambært Karstin Joensen, so hevur nevndin í NSÍ havt nógvar og langar samrøður við nýggja venjaran, ið tekur undir við at varðveita sterka fótbóltssamleikan hjá NSÍ.

"NSÍ er kent fyri at spæla spennandi álopsfótbólt, sum vit eisini sóu í farnar kappingarári, tá liðið skoraði 92 mál. Men tað sigur seg eisini sjálvt, at um vit skulu bjóða KÍ av, so ber ikki til at 37 mál fara inn. So tað ræður eisini um at skipa liðið betur, so tað eisini stendur væl í verjustøðu."

 

Ein familjuspurningur

Sigurður Ragnar Eyjólfsson hevur í fyrstu atløgu bara undirskrivað ein eitt ára sáttmála við NSÍ, men tað er ein einføld orsøk til tað.

"Tað var fyrst og fremst hansara egna ynski at royan eitt ár fyrst. Sigurður Ragnar hevur nógvar venjararoyndir frá útlondum, so tað er ikki ókent fyri hann, men hann hevur ongantíð verið í Føroyum. Tískil er tað eisini ein familjuspurningur, og ein spurningur um trivna, men vit eru samdir um at leingja samstarvið, um alt gongur sum vit vænta."


Viljormur Davidsen er komin aftur til barndómsfelagið úr HB (Mynd: NSÍ á Facebook)
 

Venjarin skal eisini forma hópin

Umframt nýggja venjaran, so hevur NSÍ eisini fingið tilgongd av landsliðsbakkinum Viljormi Davidsen, ið er komin heimaftur til barndómsfelagið úr HB, og so er hin álopssinnaði Marius Kryger Lindh komin til felagið úr B36. 

Hartil hevur Michal Przybylski eisini longt sáttmálan við NSÍ, meðan Jasper Van Der Heyden hinvegin er farin aftur til 07 Vestur, ið hann áður hevur umboðað. 

Karstin Joensen, formaður í NSÍ, staðfestir, at hópurin ikki er endaliga upp á pláss enn. 

"Vit hava sjálvandi eisini bíðað eitt sindur eftir at fáa venjaraspurningin avgreiddan, tí venjarin skal eisini hava møguleikan at forma liði við leikarum. Vit skulu eisini finna ein hjálparavenjara. Men tá tað er sagt, so hava vit lagt eina fíggjarætlan fyri komandi kappingarárið, og hon skal halda."

 

Spælararnir eisini spentir

"Spennandi val," heldur stóran stjørnan og landsliðsáleypari hjá NSÍ, Petur Knudsen. 

"Vit hava góðar royndir við Íslendara á odda, so vit gleða okkum. Vit høvdu eitt lítið prát við venjaran, og hann virkar sum ein góður maður. Hann virkar til at hava somu hugsjónir sum NSÍ hevur við ágangadi fótbólti. Men hann veit eisini, hvat skal betrast til komandi ár."

Petur Knudsen leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann verður spurdur um málið fyri komandi kappingaráir.

"Málið er sjálvsagt at kappast um tað stuttliga - helst nú vit hava ein so góðan hóp. Vit hava fingið tilgongd av nøkrum góðum leikarum, og nógvir av berandi leikarunum halda eisini fram, so tað verður spennandi. Men enn mangla vit nakrar leikarar, tí hópurin er ikki so breiður enn.W

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039