Vilja forða fyri njósning í Noregi

Vilja forða fyri njósning í Noregi
Løgreglan í Noregi hevur hækkað tilbúgvingina til Alfa, sum er tað lægsta, fyri at forða fyri njósning.
Mynd: NRK  
 
23.07.2018 - 07:29

Heitt verður á løgreglufólk um at vera á varðhaldi fyri at forða útlendskum fregnartænastum at njósnast.

Orsøkin er, at í oktober og november verða 40.000 fólk úr meira enn 30 londum við í stórari NATO-venjing í Suðurnoregi.

Hetta er størsta NATO-venjing á norskari jørð síðani Kalda Kríggið. 

130 stríðsflogfør, 70 hernaðarfør og 10.000 akfør verða partur av venjingini, og fyrstu herfólkini koma til Noregs longu í august.

Hesa vikuna herdi leiðslan hjá løgregluni trygdarstigið til Alfa í øllum tólv løgregluøkjunum.

Jørn Schjeldrup, deildarleiðari í løgregluumsitingini, sigur við NRK, at hetta er lægsta tilbúgvingarstigið, sum er í Noregi, og tað snýr seg um at vera meira á varðhaldi. 

- Vit hava ikki økt hóttanarstig í Noregi, men sum meginreglu kunnu vit siga, at so stór venjing fer at vekja áhuga hjá eitt nú fregnartænastum í øðrum londum, sigur Schjeldrup.

Stjórin fyri norsku trygdartænastuni, PST, Trond Hugubakken, sigur við NRK, at fregnartænastur brúka ymiskar mátar at skaffa sær upplýsingar. Tað kann alt vera frá at hava persónar, sum hava eyga við økjunum, har venjingar eru, til at tiltuska sær upplýsingar við at at brúka ymiskt tøkni.

Norska verjan hevur fyrr skrivað, at venjingin snýr seg m.a. um at royna nýggjar skipanir, og tað hevur helst áhuga hjá útlendskum fregnartænastum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846