Drýggja almennu íløgurnar

Drýggja almennu íløgurnar
Tað er for nógv ferð á búskapinum, og samlaðu løgurnar eru ov stórar hjá tí almenna, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni, sum hann helt fyri løtu síðani
 
29.07.2018 - 14:46

Fyri løtu síðani bar løgmaður fram ólavsøkurøðu sína. Her legði hann millum annað dent á, at neyðugt er at drýggja almennu íløgurnar. 

Hann heitti á kommunurnar um at sanstarva um at draga íløgurnar út yvir longri tíðarskeið, fyri at tálma ferðini á búskapinum. Tað ætlar landið at gera.

Landið hevur í síni fíggjarætlan eitt búskett upp á 364 milliónir til íløgur, meðan kommunurnar hava sett 958 milliónir av til løgur í 2018.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, ávaraði fríggjadagin um, at for nógv ferð er á búskapinum. Hon heitti bæði á land og kommunur um at tálma íløguhuginum.

Tað eru ikki allar løgur, sum síggjast í fíggjarætlanini hjá landi og kommunum. Sambært Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur gjørt eina samanteljing av almennu íløgunum, sum eru skránni nú og næstu árini, eru almennar íløgur hjá landi og kommunum í havnir, tunnilsverkætlanir, vegir og onnur verkløg fyri góðar tvær milliardir krónur í 2018. 

Talan er millum annað um havnaútbyggingar í Runavík og Tórshavn, um vegagerð til Eysturoyar og Sandoyartunlarnar, kommunalar útstykkingar og kloakeringar.

Ein løga, sum ikki er tald við hjá Føroya Arbeiðarafelag, er tunlarnar Norður um Fjall, tí teir skulu eftir ætlan ikki koma á skrá fyrr enn 2021.

Men sambært røðuni, sum løgmaður júst hevur hildið, verða tunlarnir Norður um Fjall gjørdir, tá Hvalbiartunnilin er liðugur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514