Vil hitta iranska leiðaran

Vil hitta iranska leiðaran
Forsetin fekk spurningin um sambandið við Iran á einum tíðindafundi við italska forsætisráðharran, sum var í hvítu húsunum mánadag. 
 
31.07.2018 - 19:10

Donald Trump, forseti, sigur, at hann er sinnaður at hitta leiðararnar í Iran uttan fortreytir, og sostatt eisini forsetan í Iran, Hassan Rouhani. Tað skrivar Ritzau. 

- Eg haldi, at tað vildi verið tað rætta at gera, sigur hann. 

Forsetin fekk spurningin um sambandið við Iran á einum tíðindafundi við italska forsætisráðharran, sum var í hvítu húsunum mánadag. 

- Um tey vilja hitta meg, so vil eg fegin tað, leggur Trump aftrat, men sigur samstundis, at hann ivast í, um iransku leiðararnir eru klárir til eina slíka vitjan. 

Í seinastuni hevur annars verið eitt sindur av glamran millum leiðararnar í londunum báðum orsakað av, at USA hevur tikið seg úr atomavtaluni við Iran. Tað var Barack Obama, fyrrverandi forsetin, sum fekk avtaluna í lag við leiðararnar í Iran. 

Harafturat hevur USA sett ymisk revsitiltøk í verk móti Iran, við tí fyri eygað at fáa Iran at broyta politikkin viðvíkjandi hernaðarligu bólkunum í landinum. 

Til dømis hevur USA roynt at forða onnur lond í at keypa olju frá Iran. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158