16 milliardir í tolli á kinesiskar vørur

16 milliardir í tolli á kinesiskar vørur
16 milliardir dollarar. So nógv økir amerikanska stjórnin tollsatsin á kinesiska vørur tann 23. august.
 
08.08.2018 - 09:26

Hetta kemur afturat økta tollsatsinum á kinesiskar vørur, sum kom fyri einum mánaði síðani. 6. juli boðaði Donald Trump frá, at tollur skuldi leggjast á kineskiskar vøru fyri 34 milliardir dollarar, og um góðar tvær vikur verða 16 milliardir dollarar so lagdar afturat.

Kinesiska stjórnin hevur frammanundan boðað frá, at tey fara at svara aftur við at økja um tollsatsin á amerikanskar vørur við tilsamans 60 milliardum dollarum.

Hesi boðini komu longu fríggjadagin, men tað er ógreitt, nær kinesiska stjórnin fer at seta øktu tolltiltøkini í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815