Útbyggingin á Hagaleiti liðug í næstum

Útbyggingin á Hagaleiti liðug í næstum
Útbyggingin av Brennistøðini á Hagaleiti, har m.a. ketil varð skiftur út, er um at vera liðug, og ovnurin brennur nú aftur við fullari styrki
Mynd: IRF  
 
21.08.2018 - 11:36

Áðrenn farið var undir stóru umvælingarnar í februar, brendi IRF í miðal 56 tons um døgnið. Í løtuni verða í miðal 78 tons brend um døgnið.

Av rusknøgdini, sum varð ballað og løgd á goymslu, meðan støðin lá still,  eru 1.700 ball brend.

Royndarkoyringin av nýggju brennistøðini byrjaði 2. juli og fevnir um tríggjar mánaðir.

Um alt riggar, sum tað skal, tá royndartíðin er av, verður nýggi ketilin og tilhoyrandi skipanir handaðar IRF frá Boilerworks fyrst í oktober. Inntil víðari hava ovnur, ketil og skipanir roynst sera væl, sigur IRF.

Tað sæst á nøgdini av burturkasti, at samfelagshjólini mæla skjótt. 

- Hóast vit støðugt arbeiða við at endurnýta alsamt meira og at leingja um lívsringrásina á vørum og tilfeingi, eru tað sera stórar nøgdir av burturkasti, ið skulu brennast. Sostatt var tað í tøkum tíma, at kapasiteturin á Brennistøðin varð øktur, sigur IRF í skrivi til miðlarnar.

Tað er sjónligt í dagliga rakstrinum hjá IRF, at nøgdirnar av burturkasti eru stórar, og sera nógv burturkast kemur inn frá byggivinnuni.

Fyri at betra um møguleikarnar hjá vinnuni at skilja burturkastið, er IRF so smátt byrjað arbeiðið at byggja eina nýggja móttøkuhøll til Brennistøðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401