Grikska stjórnin fullan avgerðarrætt á búskapinum

Grikska stjórnin fullan avgerðarrætt á búskapinum
Fyri fyrstu ferð í átta ár hevur grikska stjórnin nú fullan avgerðarrætt á landsins búskapi.
 
23.08.2018 - 11:56

Tað hendir eftir at ES nevndin og lánsveitarar hava slept vetorættinum, sum teir høvdu, tá talan var um grikska búskapin.

Tá fíggjarkreppan tók seg upp, var Grikkaland við at fara á húsagang, og tað gjørdi tað neyðugt hjá ES at taka um endan. Við Týsklandi á odda bjargaði ES Grikkalandi.

Krøvini sum vórðu sett landinum, vóru ógvuslig, og Grikkaland hevði ongar aðrar møguleikar enn at góðtaka hørðu krøvini.

Hóast Grikkaland nú sjálvt hevur fingið búskaparliga ræðisrættin aftur, so eru tað nógv sum framvegis eru í iva.

Eitt nú vil altjóða fíggingargrunnurin, IMF, vera við, at enn er langt á mál hjá Grikkalandi, og neyðugt er framvegis við neyvari stýring av búskapinum.

Granskarar siga, at fólkið í Grikkalandi hevur havt sera vánalig kor hesi átta árini. Arbeiðs- og starvsfólk hava mestsum ikki havt nøkur rættindi, og minstalønin hevur verið sera lág. Tað er lítið eftir av miðalklassanum í landinum.

Arbeiðsloysið í landinum var eitt skifti 30 %, men er nú lækkað niður í 19 %.

Hóast gongdina so hevur fólkið ikki stórvegis álit á polittisku skipanini, og tað fer at taka drúgva tíð at broyta ta gongdina, siga granskararnir.

Val verður í Grikkalandi næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688