A-landsliðið úttikið

A-landsliðið úttikið
Nakrir nýggir spælarar eru í hópinum, og samstundis er merkisvert, at Fróði Benjaminsen er ikki úttikin
 
27.08.2018 - 11:38

Lars Olsen, landsliðsvenjari, kunngjørdi í dag teir 23 spælararnar, sum skulu spæla UEFA Nations League dystir móti Malta og Kosovo.

Føroyar spæla móti Malta á Tórsvølli 7.september og á útivølli móti Kosovo 10.september.

Fróði Benjaminsen ikki úttikin

Tað er merkisvert, at miðvallarin, Fróði Benjaminsen, sum hevur spælt 94 dystir fyri Føroyar, ikki er úttikin hesaferð.

Fróði Benjaminsen verður 41 ár seinni í ár, og Lars Olsen sigur, at hann vil royna yngri menn á miðvøllinum til hesar dystirnar.

Landsliðsvenjarin sigur tó, at tað er als ikki óhugsandi , at tað vera boð eftir Fróða Benjaminsen til aðrar dystir.

HB-spælarar nýggir í hópinum

Lagið var ikki gott, á Jógvan Róa Davidsen og Magnusi Egilsson, tá teir vaknaðu sunnudagin.

Tapið fyri B36 í steypafinaluni nívdi enn fast. Men lagið bleiv tó skjótt munandi frægari, tá telefonin ringdi.

Teir hava báðir fingið landsliðsboð fyri fyrstu ferð. Báðir fegnaðust um úttøkuna á tíðindafundinum í morgun.

Tróndur Jensen úr HB er eisini við í hópinum hesaferð.

Hópurin

Gunnar Nielsen FH 
Teitur Matras Gestsson HB
Kristian Joensen 
Atli Gregersen Víkingur
Odmar Færø B36
Viljormur Davidsen Vejle
Jógvan Rói Davidsen HB
Sonni Ragnar Nattestad Molde
Alex Mellemgaard B36
Heini Vatnsdal Fremad Amager
Gunnar Vatnhamar Víkingur
Magnus Egilsson HB
Kaj Leo í Bartalsstovu ÍBV
Gilli Rólantsson Sørensen SK Brann
Rene Shaki Joensen Grindavík
Tróndur Jensen HB
Hallur Hansson AC Horsens
Brandur Hendriksson Olsen FH
Rógvi Baldvinsson Bryne BK
Finnur Justinussen Fremad Amager
Jóan Símun Edmundsson Arminia Bielefeld
Klæmint Andrasson Olsen NSÍ
Sølvi Vatnhamar  Víkingur

Skráin:

07.09.2018 Malta-Føroyar
10.09.2018 Kosovo-Føroyar
11.10.2018 Føroyar-Aserbadjan
14.10.2018 Føroyar-Kosovo
17.11.2018 Aserbadjan-Føroyar
20.11.2018 Malta-Føroyar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738