Føroyar byrjaðu við sigri

Føroyar byrjaðu við sigri
Føroyar vunnu sannførandi á Malta í fyrsta UEFA Nations League dystinum
 
07.09.2018 - 21:58

Føroysku spælararnir livdu í kvøld upp til favorittleiklutin, sum bleiv givin teimum, áðrenn dystin móti Malta.

Føroyar vunnu 3-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-1.

Jóan Símun Edmundsson skoraði fyrsta málið í 31 minutti, tá hann revsaði eitt mistak hjá maltesisku verjuni.

Venjarin hjá Malta vísti eftir dystin til hetta málið, tá hann segði, at gert tú mistøk, so mást tú rinda prísin.

Málið setti gongd á gott føroyskt spæl, og tá 38 minuttir vóru farnir, økti Rene Shaki Joensen til 2-0.

Nógv bendi eisini á, at tað skuldi blíva hálvleiksstøðan, men stutt  fyri hálvleik minkaði Michael Mifsud um munin til hálvleiksstøðuna 2-1.

Endurtøkurnar vístu, at málið hjá Malta burdi verið kolldømt, tí Mifsud var rangstaddur.

Allur ivi bleiv tó skúgvaður til viks, tá seinni hálvleikur var bara seks minuttir gamal. 

Fyrst hildu Føroyar seg eiga brotsspark, sum ikki bleiv dømt. Sølvi Vatnhamar bleiv tó við at stríðast fyri bóltinum.

Tað endaði við, at hann við góðari avlevering spældi Hall Hansson í góða støðu, og hann setti bóltin í málið til endaliga úrslitið 3-1.

Føroyska liðið kom til nakrar møguleikar aftaná 3-1 málið, men tóktist annars at vera nøgt við støðuna og leyp tí ikki líka nógv á.

Úrslitið hevur við sær, at Føroyar eru á odda í bólki 3 í kapping D í UEFA Nations League.

Hin dysturin í bólkinum, millum Aserbadjan og Kosovo, endaði 0-0.

Mánakvøldið spæla Kosovo og Føroyar í høvuðsstaðnum í Kosovo, Pristina.

Malta tekur mánakvøldið ímóti Aserbadjan.

Føroyar-Malta 3-1 (2-1)

31 min. 1-0 Jóan Símun Edmundsson
38 min. 2-0 Rene Shaki Joensen
42 min. 2-1 Michael Mifsud
51 min. 3-1 Hallur Hansson

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 06 juli 2026
210564
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522