Krevja sigur á Føroyum

Krevja sigur á Føroyum
Nú skal Kosovo hava sín fyrsta sigur, og tað skal gerast við álopssinnaðum fótbólti
 
10.09.2018 - 10:46

Tað vóru nógv fjølmiðlafólk møtt upp til tíðindafundin hjá Kosovo undan dystinum móti Føroyum.

Við borðið sótu venjarin, Bernard Challandes, og liðskiparin, Samir Ujkani, klárir at svara spurningum.

Krevja sigur

Tað hoyrdist skjótt, at pressan í Kosovo bæði væntar og krevur, at venjarin fer at tryggja teimum sigur á Føroyum.

Kosovo hevur ikki vunnið nakran dyst í altjóða kapping enn. 

Í HM-undankappingini til HM í Russlandi, sum var teirra fyrsta kapping, fingu teir eitt stig, sum kom frá javnleiki móti Finnlandi.

Men nú skal sigurin í hús, tóktist vera lagið millum fjølmiðlafólkini, og tað kom best til sjóndar, tá ein sjónvarpsjournalistur reisti seg upp.

Hann spurdi venjaran greitt, um hann fer at siga seg úr starvi, um Kosovo ikki vinnur dystin móti Føroyum.

Mugu brúka vit og skil

Venjarin hjá Kosovo, Bernard Challandes, er 62 ár og kemur úr Sveis. Hann hevur drúgvar altjóða royndir, og hann var ikki bangin fyri at svara aftur.

Eina løtu tóktist tað, sum at hann hevði hug at smekka nevan í borðið, tá hann svaraði naska spurninginum.

Men hann dugdi at svara fyri seg, og hann minti øll á, at Kosovo fer ikki at fáa nakran lættan dyst móti Føroyum í kvøld.

- Burtursæð frá stórtapum fyri Portugal á sinni, so er hetta eitt landslið, sum í eitt drúgt tíðarskeið hevur fingið góð úrslit.

-Halda tit so veruliga, at Kosovo bara kann møta upp og vinna á Føroyum?

-Eg havi virðing fyri tykkara kenslum, men vit kunnu ikki bara spæla við hjartanum, vit mugu eisini brúka vit og skil, segði Bernard Challandes.

Dysturin útseldur eftir fáum tímum

Dysturin í kvøld er fyrsti dystur hjá Kosovo í altjóða kapping, sum verður spældur í Kosovo.

Allir heimadystirnir, sum vóru spældir í HM-undankappingini,vórðu spældir í Albania.

Tí er ein serligur stemningur í høvuðsstaðnum, Pristina. Øll tosa um dystin í kvøld, og nú skal sigurin koma í hús.

Tað er pláss fyri umleið 13.000 áskoðarum. Atgongumerkini vórðu øll seld eftir fáum tímum. Tað er neyvan hent áður, tá Føroyar er mótstøðuliðið.

Kensluborin liðskipari

Tað vóru umleið 40 journalistar til tíðindafundin hjá Kosovo, og tí var torført at sleppa framat at spyrja spurningar.

Tað eydnaðist tó Kringvarpinum at sleppa at seta liðskiparanum, Samir Ujkani, ein spurning.

Vit spurdu hann, tá hugsað verður um søguna hjá Kosovo og landsliðnum hjá Kosovo, hvønn týdning tað hevur fyri hann at sleppa at umboða sítt fólk á vøllinum.

Hann var sjónliga rørdur, tá hann tók orðið.

- At vit nú kunnu spæla altjóða landsdyst í Pristina er nakað serligt. Eg eri errin av, at eg kann vera ein av teimum, sum fer á vøllin fyri Kosovo.

Nógv fólk hava offrað nógv fyri, at vit kunnu vera her í dag.

Vit skylda okkara undangongufólkum at geva okkara allarbesta avrik, tá vit eru í landsliðsblusuni hjá Kosovo, segði Samir Ujkani.

Hann legði afturat, at hann og liðfelagararnir kenna trýst á sær, tí øll vilja hava, at Kosovo vinnur á Føroyum.

Kosovo-Føroyar beinleiðis í sjónvarpinum

Dysturin millum Kosovo og Føroyar verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum.

Dysturin byrjar klokkan 19.45. Sjónvarpið byrjar sína sending klokkan 19.20

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. november
Vikuskiftið 1 nov 2024
182968
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk 31.oktober 2024
182403
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Juha Raivio um Shining
182400
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Lisa Walz og Ben Juelg um Rodeo
182399
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
182920
Fríggjadag 1. november
Veðrið
182950
Hósdag 31. oktober
Kom á val 03
182906
Hósdag 31. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2024
182896