H71 einsamalt á odda

H71 einsamalt á odda
H71 er nú oddalið í hondbóltskappingini hjá kvinnum
 
07.10.2018 - 19:50

H71 er nú einsamalt á odda í bestu kvinnukappingini.

Í dag var oddadystur í Vestmanna, har VÍF tók ímóti hoyvíkingum.

H71 vann dystin 29-27, eftir at tær høvdu verið á odda 14-12 í hálvleikinum.

Úrslitið hevur við sær, at H71 er einsamalt á odda í kappingini við fullum stigatali fyri tríggjar dystir.

Í hinum báðum dystunum hevur H71 vunnið á Kyndli og Neistanum.

Gongdin er merkisverd, tí hetta er bara annað árið, at ungu H71-spælararnir spæla í bestu deildini.

VÍF-H71 27-29 (12-14)

Liljan Djurhuus VÍF 9 mál
Marita Mortensen H71 9 mál

Neistin greiðan sigur á STÍF

Í hinum dystinum, sum varð spældur í dag vann Neistin á útivølli greiðan sigur á STÍF.

Neistin vann 25-16. Hálvleiksstøðan var 15-10 til Neistan.

Toppskjútti hjá Neistanum bleiv Fríða á Dunga við seks málum. Poula Dulavík bleiv toppskjútti fyri STÍF við fýra málum.

Støðan nú øll feløgini hava spælt tríggjar dystir

1.H71 6 stig
2.VÍF 4 stig
3.Neistin 4 stig
4.Stjørnan 3 stig
5.Kyndil 1 stig
6.STÍF 0 stig

Komandi dystirnir:

14.10.2018 H71-STÍF
14.10.2018 Neistin-Kyndil

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634