Norðlýsisdepil byggjast í Illussiat

Norðlýsisdepil byggjast í Illussiat
Avannaata kommuna í Grønlandi og DTU í Danmark hava gjørt fyribilsavtalu um ein norðlýsisdepil, sum skal gerast í Ilulissat.
 
16.10.2018 - 08:36

Talan skal vera um miðdepil, tá tað snýr seg um kunning um norðlýsi og upplivingar í sambandi við ferðavinnu, skrivar grønlendska kringvarpið.

- Fólk skulu kunna koma og uppliva, hvussu norðlýsi er, hvussu tað verður til, og tú skalt kunna hoyra, hvussu norðlýsið ljóðar, sigur Palle Jeremiassen, borgmeistari í Avannaaqta kommunu við KNR.

Norðlýsisdepilin skal fíggjast við peningi úr ymiskum grunnum, sum DTU søkir um, og so skal grønlendska kommunan gera økið byggibúgvið, skrivar KNR. Endaliga avtalan verður gjørd 10. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424