Týsku myndugleikarnir kendu til skattasvik

Týsku myndugleikarnir kendu til skattasvik
Týsku myndugleikarnir vistu um skattasvik í Týsklandi í trý ár, áðrenn somu skattasvik vórðu framd í Danmark.
 
22.10.2018 - 13:06

Týsku myndugleikarnir vistu um skattasvik í Týsklandi í trý ár, áðrenn somu skattasvik vórðu framd í Danmark.  Men donsku myndugleikarnir fingi einki at vita úr Týsklandi.

Tað vísa loynilig skjøl sum DR hevur fingið innlit í, og skjølini hava vakt undran í Danmark, skrivar DR.

Tað vóru somu fólk sum vórðu avdúkað í Týsklandi, sum frá 2012 til 2015 snýttu danska statskassan fyri 12,7 milliardir kr.

Og høvdu myndugleikarnir fingið at vita tað sum týsku myndugleikarnir vistu, so kundi verið forðað fyri snýti í Danmark.

Skjøl í Týsklandi vísa, at longu í 2012 fann týska løgreglan skjøl, sum vístu, at Danmark kundi vera eitt avmálunum hjá skattasnýtarunum.

At Danmark einki fekk at vita úr Týsklandi er burturvið, siga serfrøðingar í skattarætti, tí londini eru grannalond, og bæði londini eru limir í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541