USA krevur vápnahvíld í Yemen

USA krevur vápnahvíld í Yemen
USA vil hava stríðandi partarnar í Yemen at gevast við bardøgunum.
 
31.10.2018 - 17:48

USA vil hava stríðandi partarnar í Yemen at gevast við bardøgunum í trý ára drúgva borgarakrígnum, sum hevur elvt til ringastu humaniteru vanlukkuna í heiminum.

James Mattis, verjumálaráðharri sigur sambært BBC, at allir partar mugu taka lut í friðartingingunum hjá ST, sum skulu verða innan 30 dagar eru lidnir.

Mike Pompeo, uttanríkisráðharri heitir samstundis á Saudiarabia um, at teirra samgonga av londum gevst við loftálopunum í bygdum øki. Trýstið á USA at gevast við sínum stuðli til samgonguna, sum er undir leiðslu av Saudiarabia, er økt nógv í seinastuni.

Mannarættindaserfrøðingar hjá ST siga, at herdeildir hjá samgonguni kunnu hava framt krígsbrotsverk í Yemen, og hjálparfelagsskapir siga, at stongsilin av landinum hevur trýst 14 millónir fólk út á hungursmarkið.

Tað annars so góða sambandið millum USA og Saudiarabia er spent, eftir at saudiskir agentar drupu ein saudiskan journalist, sum annars búði í USA, tá hann var inni á saudiska konsulátinum í Islamabad í Turkalandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493