Google-starvsfólk leggja arbeiðið niður

Google-starvsfólk leggja arbeiðið niður
Starvsfólk hjá Google kring um í heiminum hava ætlanir um at leggja arbeiðið niður sum mótmæli móti korunum hjá kvinnuligum starvsfólki.
 
01.11.2018 - 11:13

BBC skrivar, at starvsfólkini krevja fleiri broytingar, m.a. hvussu fyritøkan handferð kynsligan ágang á arbeiðsplássinum, og at slík mál ikki skulu leggjast fyri gerðarrætt.

Hetta seinasta vildi havt við sær, at kvinnurnar høvdu havt møguleika at stevnt málini fyri rættin.

Sundar Pichai, stjóri í Google sigur sambært BBC, at hann stuðlar starvsfólkunum í teirra rætti til hesi stríðsstig.

- Eg skilji øðina og vónbrotini, sum mong tykkara føla, skrivar hann í einum teldubrævi til starvsfólkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904