Átta stórmeistarar í Runavík

Átta stórmeistarar í Runavík
Altjóða stórkapping byrjaði í Runavík í dag
 
12.11.2018 - 15:58

Í dag byrjaði Runavík Open í Løkshøll í Runavík, sum Talvsamband Føroya og Runavíkar Kommuna í felag skipa fyri.

Átta útlendskir stórmeistarar eru millum teir 27 telvararnar í kappingini. Teir eru helvt um helvt føroyingar og útlendingar. 

Synd er at siga, at okkara bestu telvarar eru væl umboðaðir í kappingini. Bara tveir av fremstu fjøruti telvarum í Føroyum eru við.

Talan er um brøðurnar Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavági. Teir eru nummar tvey og trý á føroyska styrkilistanum.

Høgni kann tryggja sær heitið sum altjóða meistari við góðum úrsliti í kappingini. Eldri bróðirin, Rógvi, hevur ein IM-norm frammanundan, og fer í hesari kappingini ivaleyst at dyrgja eftir øðrum norminum.

Fimm telvarar í Runavík Open í ár hava hægri styrkital enn 2500. Teir sterkastu hava 2550 – júst sama styrkital, sum føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur.

Helgi var við í teirri fyrstu Runavík Open í 2016, tá hann júst var vorðin stórmeistari, men hann var ikki við í fjør, og ei heldur í ár.

Kappingin byrjar mánadagin 12. november, og endar sunnudagin 18. november.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598