Føroyar dotnar trý pláss niður á styrkilistanum

Føroyar dotnar trý pláss niður á styrkilistanum
A-landsliðið í fótbólti við monnum er nú nummar 95 av teimum 211 limalondunum. 
 
14.11.2018 - 14:49

Føroyska A-landsliðið við monnum er dottið trý pláss niður á styrkislistanum hjá FIFA og er nú nummar 95 av teimum 211 limalondunum. 

Á UEFA-listanum, evropeiska listanum, eru Føroyar nummar 44 av 55 limalondum.

Nú leygardagin 17. november klokkan 17.00 føroyska tíð spæla Aserbadjan og Føroyar á Baki Olimpyia Stadion í Baku í Aserbadjan.

Týsdagin 20. november klokkan 19.45 føroyska tíð spæla Føroyar seinasta dystin í UEFA Nations League bólkaspælinum, tá Malta tekur ímóti á National Stadion í Ta’Qali á Malta.

Aserbadjan er nummar 34 á listanum hjá UEFA og Malta nummar 39.

Næsta avbjóðing hjá landsliðnum verður undankappingin til EM í 2020,.

Lutakastið verður fyrst í desember. Tá verða londini skipað eftir styrkislistanum hjá UEFA. 

Á styrkislistanum hjá evropeisku fótbóltssamgonguni fyri kvinnulandslið eru Føroyar nummar 42 av 49 londum, og nummar 84 av 177 londum á styrkislistanum hjá FIFA. 

Í februar næsta ár verður greitt, hvørji mótstøðulondini hjá føroysku kvinnunum verða í næstu EM-undankappingini, sum byrjar í august, skrivar Fótbóltssambandið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025